Breddin

Breddin: Almennar byggiverkætlanir og val í Turkalandi
16-05-2023
Tingið viðger í dag uppskot til samtyktar um greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini

H-bygningurin er higartil vorðin 254 milliónir krónur dýrari enn ætlað, og tá verður kanska enntá neyðugt við minst eini eykajáttan afturat.

Í dag viðgerð løgtingið "uppskot til samtyktar" um at gera greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini.

Vit tosa við Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í fíggjarnevndini, Bárð á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmann og formann í Sambandsflokkinum, og Beinir Johannesen, limur í fíggjarnevndini og formann í Fólkaflokkinum 

 

Turkaland

Verður Turkaland aftur eitt demokratiskt land, sum andstøðuleiðarin Kemal Kilicdaroglu lovar, ella velja turkar at halda fram við Recep Tayyip Erdogan, sum longu hevur sitið við valdið í 20 ár?

Turkiska valið sunnukvøldið varð ein sannur "gysari", men enn er ikki gjørt av, hvør vinnur.

Seinna valumfarið verður 28. mai.

Regin Berg, samfelagsfrøðingur greinaði støðuna í Turkalandi.

 

Gestir: Eyðgunn Samuelsen, Bárður á Steig Nielsen, Beinir Johannesen og Regin Berg.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur. 
Tøkningur var Kári Annand Berg.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024
Lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum
19-11-2024
Hvat krevst fyri at vera ein góður borgarstjóri?
15-11-2024
Vit lodda dýpið í kommununum nú nøvn verða sett á borgarstjórastørvini
14-11-2024
Semja er skrivað um Suðuroyartunnilin, nýtt landsstýrisfólk er valt og samráðingar eru á almenna arbeiðsmarknaðinum
08-11-2024