- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Vit eru ósamd um javnstøðumál.
Tað var ein av niðurstøðunum í javnstøðufrágreiðingini, sum var løgd fram fyrst í mánaðinum.
Men hvussu fremja vit javnstøðu, tá ið vit eru ósamd um, hvat javnstøða er?
Vit tosa við fakfólk og landstýriskvinnuna í javnstøðumálum.
Evroparáðið um kríggið í Ukraina
Toppfundurin í Evroparáðnum í Íslandi heldur fram í dag.
Vit frætta tað nýggjasta frá okkara fólki í Reykjavík.
Gestir: Heini í Skorini, Erika Hayfield, Brandur Mortensen Nolsøe, Sirið Stenberg, Sonja Jógvansdóttir.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen, Hallur av Rana og Frants Jensen.
Tøkningur var Rúni Eysturlíð.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.