Breddin

Breddin: Mótrokningin hjá fólkapensjónistum
23-05-2023
Semja tykist um, at mótrokningin hjá fólkapensjónistum skal hækkast, men hvussu nógv?

Í gjár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, handað eina áheitan frá einum bólki av pensjónistum, sum vilja hækka markið fyri mótrokningina úr núverandi 45.000 krónum upp í 154.791 krónur. 

Tað skal loysa seg betri hjá pensjónistum at arbeiða, er boðskapurin.

Tað hendir tvær vikur eftir, at samgongumeirilutin á tingi feldi eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum um at strika mótrokningina. 

Vit tosa við stigtakararnar, Ingrid S. Henriksen og Jóhan Carl Dam og í útvarpsstovuni verður kjak millum tingfólk.

Luttakarar: Ingrid S. Henriksen, Jóhan Carl Dam, Jørgen Niclasen, Hans Jacob Thomsen og Helgi Abrahamsen. 
Gjørt sendingina hava Ruth Winther Poulsen, Frants Jensen og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur. 
Tøkningur er Rúni Eysturlíð.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Valstríðið er byrjað í Grønlandi og enn eina ferð eru ráevnini í undirgrundini partur av tí
07-02-2025
Hvørja ávirkan hevur hóttanir um tollkríggj á alheims búskapin og Føroyar
06-02-2025
Sjúrður Skaale skjýtur enn einaferð upp, at vit skulu fara upp í ES
04-02-2025
Formaðurin í Búskaparráðnum og politisku eygleiðari viðgera fíggjarlógina
17-12-2024
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa?
13-12-2024
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum
12-12-2024
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024