Breddin

Breddin: My AI og talufrælsi
25-05-2023
Nýggja vitlíki tøknin hjá Snapchat og nýggja bókaútgávan hjá Heina í Skorini mynda Breddan

My AI er nýggi vinurin í telefonini hjá milliónum av børnum og ungum kring allan heim, sum brúka væl umtóktu appina Snapchat.

Men My AI er ikki ein persónur, tað er eitt vitlíki. Eitt vitlíki, sum vil hjálpa tær við alskyns spurningum. 

Tí mugu børn og ung vera varin fyri hesum nýggja vini. Tað sigur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi.

Kampen om ytringsfriheden
Trygdarpolitikkur verður alsamt meira brúktur sum ein orsøk til at avmarka talufrælsi hjá borgarum.

Og tað er eitt argument, sum verður brúkt bæði av fólkaræðisligum stjórnum og einaveldum.

Vit hava hitt Heina í Skorini, ph.d. í altjóða viðurskiftum, til eina samrøðu um nýggju bókina Kampen om Ytringsfriheden.

Gestir: Jákup Brúsá, Súsanna í Króki og Heini í Skorini.
Gjørt sendingina hava Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum er redaktørur.
Teknikari var Rúni Eysturlíð.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Raðfesting i heilsuverkinum eigur at vera gjøgnumskygd og uttan politiska uppíblanding
12-09-2025
Hvør hevur ábyrgdina av trygdini, og hvat skal gerast, verður spurt í sendingini í dag
09-09-2025
Næmingar í hádeild skulu læra um eginbúskap, og lærarar kunnu bjóða bankaráðgevum at vera gestalærarar. Hesa vikuna hevur SCO-toppfundur verið í Kina, men hvat er SCO?
05-09-2025
Valið verður mánadagin, men longu nú hevur fjórði hvør veljari valt
04-09-2025
Uppskotið frá landsstýrinum er nú í uttanlandsnevndini, men andstøðan og vinnan ávara um avleiðingar
02-09-2025
Fleiri føroyingar vórðu sendir til Danmarkar á stovn í tíðarskeiðnum frá 1933 til 1980, og nú hevur spurningurin tikið seg upp, um vit eiga at taka ábyrgd fyri okkara part
29-08-2025
Javnstøðulógin verður endurskoðað, men spurningurin er, um nakrar veruligar broytingar verða framdar
26-08-2025
Vitlíki er nú eisini skipað sum serstakt málsøki í Føroyum
22-08-2025
Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum og løgmaður verða í útvarpsstovuni
21-08-2025
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Tór Marni Weihe, og kønur í russiskum viðurskiftum, vera í útvarpsstovuni
19-08-2025
Fyri triðju ferð ger ein føroysk stjórn eina roynd at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land - fer tað at eydnast hesa ferð? Og hvat skal til fyri, at tað skal eydnast?
27-06-2025
Orðið barnaporno er skeivt og eigur at vera broytt - tað siga felagsskapir, sum arbeiða við børnum, sum hava verið úti fyri kynsligum brotsverkum.
26-06-2025