- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlunum verður lækkað úr 24 niður í 20 næmingar, skúladagurin hjá næmingunum skal styttast, tvílæraraskipanin skal víðkast til at fata um bæði grund- og miðdeild, teir einstøku skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis, og lærarar skulu hava fleiri eftirútbúgvingar.
Hetta er millum tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini, ið ein arbeiðsbólkur er komin við og hevur handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum.
Gestir: Jenny Lydersen, Djóni Nolsøe Joensen, Torbjørn Jacobsen, Jóhannis Joensen, Steffan Klein Poulsen og Bárður á Lakjuni.
Gjørt sendingina hava Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur.
Tøkningur er Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.