Breddin

Breddin: Vantandi gransking við støði í kvinnuni
10-08-2023
Søguliga er gransking sum heild ikki gjørd við støði í kvinnuni, og hetta merkja fleiri kvinnur við kvinnusjúkum, tá tær verða møttar í heilsuverkinum.

Endometriosa

Hvussu kennist tað at ikki verða tikin í álvara, tá ein hevur pínu. Júst tað, uppliva nógvar kvinnur í sambandi við kvinnusjúkuna endometriosa. Ein orsøk er, at tað ikki er nóg vitan kvinnusjúkuna. Ein av kvinnunum, sum hevur sjúkuna, er Miriam Thomsen. Tað tók sjey ár, áðrenn hon fekk staðfest sjúkuna.

Endometriosa er, tá slimhindan, ið eigur at vera á innara síðuni á lívmóðurholuni, er á øðrum stað. Sjúkan merkist serliga, tá kvinnur hava menstratión, og hjá summum merkist tað eisini, tá kvinnan hevur eggloysn. Tá kvinnan, sum hevur endometriosu, hevur menstratión, bløðir hon ikki bara frá slímhinduni inni í lívmóðurini, men eisini frá slímhinduni, sum er úti í búkholuni. Endometriosa hevur nógv hjáárin við sær. Serliga er talan um nógva pínu. Ein út av tíggju kvinnum hava sjúkuna, og vanligt er, at kvinnurnar bíða í áleið sjey til 10 ár fyri at fáa staðfest sjúkuna.

Tað hevur ikki verið møguligt at fingið fatur í føroyskum hagtølum, sum vísa á, hvussu nógvar føroyskar kvinnur hava endometriosu, ella hava mistanka um, at tær hava tað.Á facebook bólkinum ”Endometriosa FO – Stuðulsbólkur fyri føroyskar kvinnur við endometriosu” eru áleið 146 limir. Sólja Thomina Petersen, sum umsitur facebook-bólkin, veit fleiri aðrar kvinnur, sum hava endometriosu, men ikki eru limir í bólkinum. Hennara meting er, at tað eru áleið 1000 kvinnur samanlagt, sum hava endometriosu í Føroyum

 

Vantandi gransking við støði í kvinnuni

Søguliga er gransking sum heild ikki gjørd við støði í kvinnuni. Annika Sølvará, stjóri í Granskingaráðnum, og Pál Wiehe, lækni, granskari og formaður í læknafelagnum, ásanna, at gransking, sum tekur støði í kvinnuni, vantar. Eitt kent dømi er, at nógvur heilivágur: so at siga, er gjørdur til menn - tí vísindin bert hevur havt menn í fokusbólkum, tá heilivágurin var testaður.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Tilbúgving og kostnaðarmeting Suðuroyartunnilin
13-05-2025
Norðurlandahúsið er 42 ár, og tí gera vit støðuna upp, hvussu tað stendur til við Norðurlandahúsinum sum mentanarstovni
09-05-2025
Føroyar skulu í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum og heilsugóðum vørum, sigur landsstýrið
08-05-2025
Í síðstu viku vóru tað 100 dagar síðan, at Donald Trump aftur setti seg í kontórstólin í eggrunda kontórinum í Hvítu Húsunum
06-05-2025
Hvat er kost-nyttu-greining, verður spurt í sendingini í dag
02-05-2025
Sosiologur og SSP-rágevi vera í útvarpsstovuni
01-05-2025
Manglandi haldføri, dýrari vælferð - og størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri durum
30-04-2025
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil
04-04-2025
Svarini í nýggjastu kanningini hjá Heilsustýrinum vísa, at stórir samfelagsbólkar hava so stórar, fíggjarlgar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað
03-04-2025
Í sendingini hesaferð viðgera vit nýggju avbjóðingina, sum er at taka ímóti flóttafólki. Eisini viðgera vit játtanarkarmarnir fyri 2026, sum vórðu lagdir fram í gjár
01-04-2025
100 miðnámsskúlanæmingar, ið eru savnaðir í 29 bólkar, luttaka í kappingini um "Ungt virki" í Glasir
28-03-2025
Á leið annar hvør av teimum, sum fóru undir bachelor-lestur í árununm 2010 til 2020, blivu aldrin liðug.
27-03-2025