- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Breddin: Orðaskifti um serskattaskipanir
07-09-2023
Búskaparráðið mælir til at taka serskattaskipanirnar av, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur eisini undir við tí.
Skulu serskattaskipanir, sum gera tað lokkandi at fara av landinum at arbeiða, takast av?
Ja, heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Búskaparráðið, sum júst er komið við sínum tilmælum í heystfrágreiðing, sigur eisini ja, men hvat sigur tingið?
Tað spyrja vit um hesuferð í Breddanum, tá limir í fíggjarnevndini fara at skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Gestir: Eyðgunn Samuelsen, Eirikur í Jákupsstovu, Sólvit Nolsø, Beinir Johannesen og Magnus Rasmussen.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini er redaktørur.
Tøkningur: Øssur Egholm.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvussu hevur fyrsta tíðin í seinna forsetaskeiðnum eydnast, verður spurt í sendingini
14-02-2025
Limir í vinnunevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið
13-02-2025
Tey ungu sleppa til orðanna í sendingini í dag
11-02-2025
Valstríðið er byrjað í Grønlandi og enn eina ferð eru ráevnini í undirgrundini partur av tí
07-02-2025
Hvørja ávirkan hevur hóttanir um tollkríggj á alheims búskapin og Føroyar
06-02-2025
Sjúrður Skaale skjýtur enn einaferð upp, at vit skulu fara upp í ES
04-02-2025
Formaðurin í Búskaparráðnum og politisku eygleiðari viðgera fíggjarlógina
17-12-2024
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa?
13-12-2024
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum
12-12-2024
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024