Breddin

Breddin - ílegukanningar og happing
15-09-2023
Fargen kanningarnar geva nú ítøkjulig úrslit og happing á Glasi

Úrslitini av ílegukanningunm hjá okkum føroyingum, sonevndu Fargen kanningarnar, eru nú komnar somikið áleiðis, at úrslitini kunnu brúkast ítøkjuliga til ráðgeving um okkara heilsu. Hvat læra vit og hvussu brúka tað?
Og leiðslan á Glasi fór langt niður í amboðskassan fyri at steðga sonevnda straffbærlistanum, sum nú aftur var í umferð. Ein listi, sum í fleiri førum er serstakliga grov happing. Tað kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri næmingar, at enda á Strafbarslistanum. Tað sigur Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, sum hevur starvast, sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlum. Hana, og tveir lestrarvegleiðarar á Glasi koma vit aftur til seinni í sendingini.


Gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen, Marjun Dalsgaard og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Evropa skal brúka 6.000 milliardir krónur og 300.000 hermenn aftrat, um tað skal lata seg gera at verja eitt evropeiskt NATO-land uttan USA
23-05-2025
Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. Rusland varð tveitt út í 2022 - men Ísrael er enn við.
22-05-2025
Eingin veitslurómur var, tá løgtingið fór í summarfrí - fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni vóru skotin til horna
20-05-2025
Hvørjir eru fyrimunirnir fyri suðuroyingar og hvussu síggjast teir meira bleytu fyrimunirnir í eini kost nyttu greining? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag
15-05-2025
Tilbúgving og kostnaðarmeting Suðuroyartunnilin
13-05-2025
Norðurlandahúsið er 42 ár, og tí gera vit støðuna upp, hvussu tað stendur til við Norðurlandahúsinum sum mentanarstovni
09-05-2025
Føroyar skulu í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum og heilsugóðum vørum, sigur landsstýrið
08-05-2025
Í síðstu viku vóru tað 100 dagar síðan, at Donald Trump aftur setti seg í kontórstólin í eggrunda kontórinum í Hvítu Húsunum
06-05-2025
Hvat er kost-nyttu-greining, verður spurt í sendingini í dag
02-05-2025
Sosiologur og SSP-rágevi vera í útvarpsstovuni
01-05-2025
Manglandi haldføri, dýrari vælferð - og størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri durum
30-04-2025
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil
04-04-2025