Breddin

Breddin: Fosturtøkulógin
10-10-2023
Umboð fyri felagsskapirnar Frítt val og Provita vera í sendingini, og landsstýrismaðurin í lógarmálum var í útvarpsstovuni

Fosturtøkulógin skal endurskoðast, men kunnu vit semjast um, hvussu tann nýggja lógin skal smíðast?

Nei, siga Frítt val og Provita, sum í nýggjari dokumentarsending viðgera fosturtøkuspurningin. Vit tosa við báðar partar.

Og seinni í sendingini tosa vit við landsstýrismannin í lógarmálum og spyrja, hvussu hann ætlar at endurskoða fosturtøkulógina.

 

Gestir: Elisa Vang, Ruth Norðgerð og Bjarni Kárason Petersen.

Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Marjun Dalsgaard og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.

Tøkningur: Rúni Eysturlíð.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at greiða frá søguni um sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar, og Jóhann Lützen og Árni Gregersen greina politisku støðuna
26-02-2026
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
24-02-2026
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging
20-02-2026
Hóttanir fjaldar á netinum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
19-02-2026
Eftir trygdarráðstevnan í München er spurningurin, um vit eru á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
19-02-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026
Ein stórur meiriluti í uttanrikisnevndini hjá ES biður nú ES-stovnar arbeiða fyri norskum, íslendskum og grønlendskum limaskapi. Men hvussu við føroyskum limaskapi í ES?
03-02-2026
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í snarskipanini, tí tey sleppa ikki víðari
30-01-2026