- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Eftir spreingingina á einum sjúkrahúsið í Gasageiranum í gjárskvøldið, er spenta støðan blivin enn spentari.
Arabisku grannalondini siga, at ísrael hevur ábyrgdina, meðan ísrael peikar eftir einum yvirgangsfelagsskapi.
Í øllum ruðuleikanum er amerikanski forsetin lendur í Ísrael í morgun í eini roynd at kyrra partarnar.
Í Breddanum er samrøða við journalistin, Allan Sørensen, sum er staddur í Haifa.
Makrelstuðul til heimaflotan
Landsstýrið ætlar at avtaka ásetingina um eyka skatting av loyvum, sum verða endaliga avhendað.
Tað merkir, at mugu trolarar og línuskip endaliga avhenda uppsjóvarkvotur, tí tað ikki loysir seg at fiska tær, skulu tey ikki rinda 67 prosent í skatt, sum lógin annars sigur nú.
Heimaflotin verður sostatt stuðlaður við eini peningainnspræning heldur enn árligum kvotum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm.
Men er tað skynsamt?
Tað spyrja vit um í Breddanum.
Aksel V Johannesen, løgmaður, Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Beinir Johannessen, formaður í Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuni.
