Breddin

Breddin: Burðartalið
05-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast

Vit fáa færri børn, enn vit hava fingið.

Vit seta ikki longur fleiri í verðina, enn vit sjálvi telja, og tað fær ávaringarklokkurnar at ringja hjá fleiri fakfólkum.

Eru Føroyar ikki eitt nóg gott land at eiga børn í?

Er hetta eitt rák uttan úr heimi, sum nú er komið til okkara?

Tað kjakast nevndarlimir í Trivnaðarnevndini um í útvarpsstovuni. 

Gestir: Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen, formaður í Trivnaðarnevndini og tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Súsanna Bertholsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. 

Gjørt sendingina hava Krista Johsdóttir Kreutzmann, Elin Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.

Tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026
Ein stórur meiriluti í uttanrikisnevndini hjá ES biður nú ES-stovnar arbeiða fyri norskum, íslendskum og grønlendskum limaskapi. Men hvussu við føroyskum limaskapi í ES?
03-02-2026
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í snarskipanini, tí tey sleppa ikki víðari
30-01-2026
Hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur? Og hvør eigur ábyrgdina?
29-01-2026
Í sendingini í dag varpa vit ljós á amerikansku marknaløgregluna ICE, sum higartil hevur dripið tvey fólk í Minneapolis
27-01-2026
Nýggjur flokkur leggur seg út í valstríðið í Bretlandi
23-01-2026
Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj - hvat eru hetta fyri hugtøk, og hvussu ávirka tey búskapin í londunum kring okkum, verður spurt í sendingini
22-01-2026
Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár
20-01-2026
Mótmælini halda fram í Iran, og stýrið ger alt fyri at berja mótmælini niður
16-01-2026
Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur? Og hvussu sær framtíðin hjá Grønlandi út?
15-01-2026