- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Eitt ár eftir, at Javnaðarflokkurin. Tjóðveldi og Framsókn vunnu valið tykist fólksliga undirtøkan at skinkla.
Nýggjasta spyr.fo kanningin vísir, at andstøðan hevur vunnið fimm tingsessir frá samgonguni og Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin høvdu einsamallir kunnað skipað stjórn.
Hvør er orsøkin til, at samgongan missir veljarar?
Tað spyrja vit Árna Gregerse, politiska viðmerkjara.
At enda í sendingini kemur Aksel V. Johannesen, løgmaður. í útvarpsstovuna at hyggja aftur á árið, ið fór.
Gestir: Árni Gregersen og Aksel V. Johannesen.
Gjørt Breddan hava Elin Winther Poulsen, Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Teknikar var Øssur Egholm.
