- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

55 prosent av húsarhaldsruskinum er matleivdir. Tað vísir ein kanning, sum kommunala brennistøðin hevur gjørt av 580 kilo av ruski í Tórshavnar Kommunu.
Matvøruhandlarnir royna at selja vørurnar áðrenn tær vera for gamlar, og minni fer burtur í dag, enn tað hevur gjørt, sigur umboð fyri fleiri matøruhandlar í Føroyum.
Ongar reglur eru fyri nær frukt og grønmeti skal burturbeinast - tað er altíð ein meting, sigur Heilsufrøðiliga starvstovan.
Á heimasíðu okkara siga 50% av teimum spurdu at tey hav upplivað at niðurprisaður matur, sum tey hava keypt er spiltur.
Í Breddanum í dag tosa vit við Gunnhild Dahl Niclasen, humanvistfrøðingur og Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvstovan.
Haraftrat vóru í útvarpsstovuni: Niels Mortensen, samtaksstjóri í SMS; Bo Møllre Hansen Marknaðarsleiðari í Føroya Keypsamtøku og Hallur Djurhuus, stjóri í tveimum Á handlum og tveimum Samkeyp handlum.
