- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Hvør skal standa á odda fyri Føroya Pedagogfelag.
Tann spurningin skulu teir 2.000 limir felagsins taka støðu til næstu vikurnar.
Sitandi formaður, Jógvan Philbrow stillar upp aftur, men hesa ferð er eitt mótvalevni, Sanna á Løgmansbø.
Men hví stilla tey upp og hvat vilja tey arbeiða fyri?
Tað spyrja vit valevnini, sum hittast til kjak í útvarpsstovuni.
Rafah
Meir enn helmingurin av teimum tveimum milliónum íbúgvunum í Gasageiranum eru í løtuni stúgvaði saman í býnum Rafah, meðan Ísrael sigur seg fyrireika innrás í býin.
Tað skortar ikki við ávaringum um at geva sivilfólkunum meira ans, men hvussu er støðan og eru nøkur útlit fyri vápnahvíld?
Vit tosa við Allan Sørensen, sum er tíðindamaður fyri Kristiligt Dagblad.
Gestir eru Jógvan Philbrow, Sanna á Løgmansbø og Allan Sørensen.
Gjørt sendingina hava Hallur av Rana og Tróndur Olsen.
Hallur av Rana var redaktørur og Rúni Eysturlíð tøkningur.
