- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Í mai handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum eitt álit við 18 tilmælum um fólkaskúlan.
Álitið liggur til grund fyri aðalorðaskiftinum, sum er í tinginum í dag, 20 februar.
Í frágreiðingini stendir millum annað, at tað er sera torført og so at siga ómøguligt við verandi skipan at skipa gerandisdagin í skúlanum soleiðis, at endamál skúlans verður rokkið, har fakliga læringin, trivnaður, persónliga menningin og at brynja næmingarnar til lívið eru samskipaðir partar í virksemi skúlans.
Lærararin má hava meiri tíð við næminginginum í skúlanum, har vánaligur trivnaður, happing, frávera, skúlamøði og næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, eru partur av virkisøkinum, sum skúlin skal loysa saman við foreldrum, skúlamyndugleikum og ráðgevandi stovnum.
Í arbeiðsbólkinum vóru umboð úr Fólkaskúlaráðnum, Námi, Sernámi, Foreldrafelagnum Heim og Skúli Námsvísindadeldini, Kommunufelagnum, Barna og -útbúgvingarmálaráðnum, Føroya lærarafelag og Skúlaleiðarafelagnum
Forkvinna í bólkinum var Jenny Lydersen, umboðandi Barna og útbúgvingarmálaráðið-
Millum tey 18 tilmælini var meiri eftirútbúgving til lærararnar - fleiri kreativ fak, KT í allar lærugreinar styttri skúladagar og færri næmingar í hvørjum flokki - heilt ítøkiliga - helst ikki fleiri enn 20 næmingar og tvílæararskipan - tað vil siga tveir lærarar um 20 næmingar.
Haraftrat eiga skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis
Í Breddanum vóru skúlastjórarnir Annbritt Toftegaard frá skúlanum á Giljanesi, Regin Marnerson frá Skúlanum á Fløtum og Vagn Foldbo skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík.
Eisini tosaðu vit við formannin í Kommunufelagnum Torbjørn Jacobsen, og Sólvit Nólsø og Magnus Rasmussen úr mentanarnevndini vitjaðu útvarpsstovuna.
