- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Vit senda ov nógv børn av landinum, tí vit ikki hava nakað tilboð til tey í Føroyum.
Tað eru børn, sum hava stórar avbjóðingar,og sum verða koyrd á stovn uttanlanda, langt burturi frá familju og vinum og uttan at kunna brúka sítt egna móðurmál.
Myndugleikarnir mugu samstarva betur um hesi børnini, halda bæði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almannamálum og Djóni N Joensen, landsstýrismaður í barnamálum
Hoyr eisini Svanu Joensen greiða frá teirra royndum, tá dóttirin varð send til Danmarkar.
Tað kostar landinum 26 milliónir um árið at senda børnini á stovn í Danmark - teir pengarnir kunnu helst brúkast betur í Føroyum, halda bæði Sirið Stenberg og Djóni N. Joensen.
Luttakarar í Breddanum í dag: Hjørdis S. Mortensen, Amannaverkið, Svana Joensen, mamma Kathrinu, landstýrisfólkini: Sirið Stenberg, Margit Stórá og Djóni N Joensen
Gevið gætur: Í Breddanum verður sagt, at 56 børn eru send av landinum seinastu 5 árini - fleiri børn ganga aftur í tølunum, og tí talan er um 18 ymisk børn og ikki 56.
