Breddin

Breddin: Kvinnuheilsa og skiftisárini
07-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.

Í dag varpa vit ljós á kvinnuheilsu. 

Vit spyrja, um vit vita nóg nógv um kvinnusjúkur, um nøktandi gransking er á økinum, og um kvinnur fáa nóg góða hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.

Vit tosa við kvinnu í skiftisárunum. Og serlækni í kvinnusjúkum verður í útvarpsstovuni. 

Luttakarar: Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum,  Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann. 

Tøkningur var Kári Annand Berg.

Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur. 

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Í sendingini verður farið í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini og um tøgnina, sum hevur verið um trýstið á fólkaræðið, eisini eftir farsóttina
14-11-2025
Psykiatriin skal hjálpa sálarsjúkum, og viðgerðarstovnar skulu hjálpa teimum, sum eru bundin av rúsevnum, men hvat hendir, tá avbjóðingar eru á báðum økjum?
13-11-2025
Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir, verður spurt í sendingini í dag
11-11-2025
Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági
07-11-2025
Í sendingini verður tosað við ein rúsevnismisnýtara, og spurt verður, hvussu trupulleikin kann loysast, og hvør skal loysa hann
06-11-2025
Nýskipanarnevndin leggur fyrstu tilmælini fram í dag, og tey hava eisini við sær, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar verða søgd upp
04-11-2025
Fleiri vísa á, at valda leiðin kann fáa stóra ávirkan á náttúruna og vanliga gerandisdagin heima á Sandi
31-10-2025
Serstaka serlæknapuljan, sum hevur verið síðani 2016, hevur gjørt góðan mun, men nú er ætlanin at skerja hana munandi
30-10-2025
Í sendingini verður spurt, hvar markið gongur millum upplýsing og marknaðarføring, og hvussu álítandi eru niðurstøðurnar
28-10-2025
Landsstýrið hevur sent uppskot um at geva kommununum heimild at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum til ummælis
24-10-2025
Málið um ein Suðuroyartunnil verður lagt fyri tingið fyrsta dagin
23-10-2025
Frá Nepal til Bangladesh og frá Peru til Madagaskar krevja tey ungu broytingar og koppa stjórnum
17-10-2025