Breddin

Breddin: Tilflytarar hava onga rødd og verða marginaliseraðir
23-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum

Altsamt fleiri velja at flyta til Føroya úr øðrum londum.

Millum fimm og seks prosent av fólkinum í Føroyum eru í dag fólk, sum eru flutt higar aðrastaðni frá, og tað eru nú yvir 100 tjóðskapir í Føroyum.

 

Men - tilflytarar hava onga rødd og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum er grundað á samrøður við einstaklingar og bólkar, sum umboða fólk frá 30 ymiskum londum. 

Har aftrat eru samrøður gjørdar við kommunur, dagstovnar og heilsuverk. Breddin í dag lýsir tær avbjóðingar, sum okkara borgarar úr øðrum londum hava.


Erika Hayfield hevur skrivað greinina:  There is No Connection Plugging Me Into This System: Citizenship as Non Participation and Voicelessness?.

 

Vísindaliga greinin er grundað á tilfar frá 2016, 2018 og 2023: 46 samrøður eru gjørdar við 58 fólk - 46 einstaklingar og tríggjar bólkar. 
Samrøðurnar eru gjørdar við menn og kvinnur millum 20-50 ár, bústandi í øllum landinum og umboðandi 30 ymisk lond - og tey hava búð í Føroyum í minst 1 ár.
Haraftrat eru samrøður gjørdar við umboð fyri kommunur, dagstovnar og heilsuverk í sama tíðarskeiðið, men greinin tekur støði í borgaraskapi úr sjórnarhorninum hjá tilflytarum.

 

Erika Hayfield er dekanur og granskari á Søgu- og samfelagdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon vísir á, at tilflytaraøkið hevur verið merkt av ikki-politikki, sum ber í sær, at tað er sera torført hjá tilflytaranum at gerast partur av føroyska samfelagnum. Høvuðsniðurstøðan er at tilflytarar í Føroyum hava onga rødd og eru marginaliseraðir.


Í sendingini tosa vit við Eriku Hayfield og Fíu Lindenskov sum er integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Donald Trump, forseti, hevur hótt við at steðga hernaðarliga stuðulin til Ukraina. Hvønn týdning kann tað fáa fyri kríggið?
06-03-2025
Vælferðin er í vanda, sigur Búskaparráðið. Men hvat gera politikararnir fyri at bjarga henni
04-03-2025
Politisku eygleiðarar greina støðuna nú Dennis Holm er loystur úr starvi sum landsstýrismaður og limir í rættarnevndini kjakast um tað er ov lætt hjá ungum at fáa fatur á snús
28-02-2025
Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov vera í útvarpsstovuni og gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini
27-02-2025
Vit tosa vit nøkur teirra, sum hava upplivað kríggið frá fremstu røð
25-02-2025
Í sendingini verður spurt, um tað kann væntast, at Ukraina og Evropa eisini fáa sess við samráðingarborðið
20-02-2025
Skíggjar eru allastaðni, men vit skulu minka um nýtsluna, sigur Heilsustýrið
18-02-2025
Hvussu hevur fyrsta tíðin í seinna forsetaskeiðnum eydnast, verður spurt í sendingini
14-02-2025
Limir í vinnunevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið
13-02-2025
Tey ungu sleppa til orðanna í sendingini í dag
11-02-2025
Valstríðið er byrjað í Grønlandi og enn eina ferð eru ráevnini í undirgrundini partur av tí
07-02-2025