- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Málið um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO skal nú fyri ein gerðarrætt.
Tað gjørdist greitt eftir tíðindafundin við teimum trimum stjónarleiðaranum í ríkisfelagsskapinum, sum var í vikuni.
Serliga nevndin, sum skal taka avgerð í málinum, verður sett eftir grein 6 í heimastýrislógini, og hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.
Hvat er hetta fyri nevnd, hvat snýr ósemjan seg um, og nær kann væntast, at ein niðurstøða kemur.
Gestir: Christian Andreasen og Niels Winther.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.