- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Vakmyndatól eru í andsøgn við okkara privatlív, siga summi, men hvønn týdning hevur tað at verða eygleidd, ella at sleppa undan tí? Og er privatlív meira vert, enn at forða fyri brotsverkum? Vit taka etisku mørkini til viðgerðar í sendingini.
Fráflyting
Ov nógv ung, men serliga ungar kvinnur, flyta uttanlands í lestarørindum. - Vit mugu leggja nógv meira orku í at gera samfelagið áhugavert hjá ungum kvinnum, heldur Erika Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum.
Gestir: Jógvan D. Hansen, Regin Berg og Erika Hayfield.
Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.