Breddin

Breddin: Fiskavirkisskipanin og russisk álop á Ukraina
05-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag

Enn eina ferð mælir Búskaparráðið til at taka fiskavirkisskipanina av.

Í sendingini hyggja vit nærri at umstríddu skipanini og broytingunum, sum ætlanin er at fremja.

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, var í útvarpsstovuni.

Kríggið í Ukraina harðnar. Í gjár lupu russar á býin Lviv, og fyrradagin framdu russar eitt tað ógvusligasta álopið higartil í krígnum móti býnum Poltava.

Vit tosa við Claus Borg Reinholt, tíðindamann hjá donsku sjónvarpsstøðini TV2.


Gestir: Eyðfinnur Jacobsen og Claus Borg Reinholt

Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur

Tøkningur: Kári Annand Berg

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Norðurlandahúsið er 42 ár, og tí gera vit støðuna upp, hvussu tað stendur til við Norðurlandahúsinum sum mentanarstovni
09-05-2025
Føroyar skulu í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum og heilsugóðum vørum, sigur landsstýrið
08-05-2025
Í síðstu viku vóru tað 100 dagar síðan, at Donald Trump aftur setti seg í kontórstólin í eggrunda kontórinum í Hvítu Húsunum
06-05-2025
Hvat er kost-nyttu-greining, verður spurt í sendingini í dag
02-05-2025
Sosiologur og SSP-rágevi vera í útvarpsstovuni
01-05-2025
Manglandi haldføri, dýrari vælferð - og størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri durum
30-04-2025
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil
04-04-2025
Svarini í nýggjastu kanningini hjá Heilsustýrinum vísa, at stórir samfelagsbólkar hava so stórar, fíggjarlgar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað
03-04-2025
Í sendingini hesaferð viðgera vit nýggju avbjóðingina, sum er at taka ímóti flóttafólki. Eisini viðgera vit játtanarkarmarnir fyri 2026, sum vórðu lagdir fram í gjár
01-04-2025
100 miðnámsskúlanæmingar, ið eru savnaðir í 29 bólkar, luttaka í kappingini um "Ungt virki" í Glasir
28-03-2025
Á leið annar hvør av teimum, sum fóru undir bachelor-lestur í árununm 2010 til 2020, blivu aldrin liðug.
27-03-2025
Er ynskið hjá arbeiðsgevarum um neyðtilbúgving eitt álop á verkfalsrættin?
25-03-2025