Breddin

Breddin: Framtíðin hjá Posta
13-02-2025
Limir í vinnunevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið

Er tað neyðugt at hava eitt alment postfelag í nýggju talgildu tíðini?
Spurningurin er aftur vorðin aktuellur, nú nýggi stjórin hevur staðfest, at Posta ikki longur gongur postrutur.
Í sendingini í dag fara limir í løgtingsins vinnunevnd at kjakast um framtíðina hjá Posta.

Luttakarar: Erhard Joensen, Annika Olsen, Uni Holm Johannesen og Jørgen Niclasen. 

Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Tøkningur:  Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Mótmælini halda fram í Iran, og stýrið ger alt fyri at berja mótmælini niður
16-01-2026
Var hetta ein diplomatiskur sigur, har Danmark og Grønland gjørdu USA greitt, hvar markið gongur? Og hvussu sær framtíðin hjá Grønlandi út?
15-01-2026
Politiskir viðmerkjarar, politikarar og búskapar- og samfelagsfrøðingar eru í sendingini
18-12-2025
Eftir 1. viðgerð í gjár skal fíggjarnevndin venda og snara kostnaði, farleið og fíggingarleisti
16-12-2025
Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu um ein eldsbruna, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av ti, heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.
12-12-2025
Í sendingini varpa vit ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið støðugt minkar og har tey ungu og arbeiðsføru fólkini flyta
11-12-2025
Hvat er revsingin fyri at trygdin á arbeiðsplássum ikki er nøktandi? Gera vit nóg nógv fyri at fyribyrgja? Hvat kundi vit gjørt betri? Tað spyrja vit í Breddanum í dag
09-12-2025
Vit spyrja m.a. andstøðuna og formannin í Búskaparráðnum um málið, sum neyvan verður framt við lóg, tí meiriluti er ikki í samgonguni fyri tí
05-12-2025
Í sendingini spyrja vit, um hetta er seinasti leikur í málinum, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit
04-12-2025
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm
28-11-2025
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í útvarpsstovuni
27-11-2025
Tvey evni vera í sendingini í dag
25-11-2025