- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Rumbul er í Javnaðarflokkinum. Tað gjørdist greitt, eftir at flokkurin í gjár valdi tingnevndirnar í løgtinginum av nýggjum. Úrslitið av nevndarvalinum fall ikki í góða jørð hjá øllum. Árni Gregersen og Ingi Samuelsen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
Størri talufrælsi
Har skal vera minni sensurur og meira talufrælsi á sosialu miðlunum Facebook, Threads og Instagram. Tað sigur Mark Zuckerberg, forstjóri fyri tøknirisanum Meta, sum broytir leiðreglur í kjalarvørrinum av, at Donald Trump nú aftur situr í Hvítu húsunum.
Henda broytingin leggur stóra ábyrgd á brúkaran, sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur. Í dag hyggja vit nærri at, hvat nýggju leiðreglurnar bera í sær, og hvat tað fer at merkja fyri tey, sum brúka hesar miðlar.
Í sendingini: Árni Gregersen, Ingi Samuelsen og Eyðbjørt Skylv Midjord.
Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
