Breddin

Breddin: Trý ár við kríggi
25-02-2025
Vit tosa vit nøkur teirra, sum hava upplivað kríggið frá fremstu røð

Í gjár vóru trý ár síðan, at Russland fór um tað markið, sum fyri mong var óhugsandi, og gjørdi innrás í Ukraina.

Tá bleiv mett og vónað, at kríggið fekk ein skjótan enda, men trý ár seinni eru samanbrestir á hermótinum enn gerandiskostur.

Meðan tey flestu okkara lesa um kríggið og síggja ræðuleikarnar í miðlunum, so eru tað nøkur her á landi, ið hava upplivað kríggið frá fyrstu røð.

Í Breddanum í dag fortelja vit søgurnar hjá nøkrum teirra.

Vit tosa við ukrainsk flóttafólk í Føroyum, føroyska hermannin, sum hevur stríðst í Ukraina og starvvsfólk hjá UNCHR í Ukraina.

Luttakarar: Yullia Spiridonova, Daniil Spiridonova, Rodion Spiridonova, Bjarti Grunnveit Olsen og Sandra Strøm.

Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Ongastaðni í Evropa velja kvinnur í so stóran mun sum í Føroyum at gerast mamma, og at gerast mamma fleiri ferðir.
12-05-2026
Galdandi skipan er bæði skattur og tøkugjøld - hetta er óneyðuga torskilt og livir ikki upp til endamálið, sigur Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð á CBS um evnið
08-05-2026
Hvussu javnt er føroyska samfelagið? Tað vita vit ikki, tí vit mangla uppgerðir yvir privata ogn.
07-05-2026
Tað skal verða bíligari at fylla tangan, og tað fer samgongan at brúka góðar 20 milliónir kronur uppá. Tað fær nógvar atfinningar.
05-05-2026
Hvussu hava arbeiðarafeløgini tað og er teirra leiklutur broyttur?
30-04-2026
Hvat snúði málið til 67 mió seg um, og hevur fútin brotið sína tagnarskyldu?
28-04-2026
Ferðavinnan er nú triðstørsta vinna í landinum við 1,4 milliardum krónum í útflutningsvirði
24-04-2026
Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð
23-04-2026
Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir, sum eitt nú svik og mutur, kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur útboðið
21-04-2026
Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini.
17-04-2026
Hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum, verður spurt í sendingini í dag.
16-04-2026
Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars - og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC samgonguna, sum í gjár, gjørdist veruleiki.
14-04-2026