- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Saknur, sorg, skomm og skuldarkenslur vóru settar á pall í Norðurlandahúsinum í Februar, tá Whiteout: ein dansisýning um sorg, vitjaði í Føroyum.
Endamálið við sýningini er at seta orð á sjálvmorð, sum vit skulu tora at tosa um, sigur koreografurin, Sarah Aviaja Hammeken, sum hevur fingið íblástur úr sínum egna lívi.
Í dag spyrja vit, hvussu føroyska heilsuverkið megnar at lofta teimum, ið stríðast. Vit spyrja eisini, hví tað kann sýnast so trupult at tosa um tey, ið fara fyri egnari hond.
Og so fara vit við til sýningina, Whiteout, sum viðgerð kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita.
Við í sendingini: Sarah Aviaja Hammeken, Nuka Eidesgaard, Gunnhild Persson, Elsa Patursson, Kathrina Lindenskov Holm og Tormóður Stóra.
Gjørt sendingina: Hallur av Rana og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
