Breddin

Breddin: Fráfall á Setrinum
27-03-2025
Á leið annar hvør av teimum, sum fóru undir bachelor-lestur í árununm 2010 til 2020, blivu aldrin liðug.

Umleið annarhvør lesandi, sum fór undir eina bacehelor-útbúgving á Setrinum í árunum 2010 til 2020 fekk aldrin prógv.

Tey góvust nevniliga áðrenn.

Hví er fráfallið so stórt, hvat kann gerast betri og hvussu síggja tølini út í grannalondunum.

Luttakarar: Heri Wang Danielsen, Petur Simonsen, Gretchen Karinardóttir og Martin Zachariasen

Gjørt sendingina hava Yngva Sigurðsdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum var redaktørur.

Tøkningur var Rúni Eysturlíð

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Ongastaðni í Evropa velja kvinnur í so stóran mun sum í Føroyum at gerast mamma, og at gerast mamma fleiri ferðir.
12-05-2026
Galdandi skipan er bæði skattur og tøkugjøld - hetta er óneyðuga torskilt og livir ikki upp til endamálið, sigur Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð á CBS um evnið
08-05-2026
Hvussu javnt er føroyska samfelagið? Tað vita vit ikki, tí vit mangla uppgerðir yvir privata ogn.
07-05-2026
Tað skal verða bíligari at fylla tangan, og tað fer samgongan at brúka góðar 20 milliónir kronur uppá. Tað fær nógvar atfinningar.
05-05-2026
Hvussu hava arbeiðarafeløgini tað og er teirra leiklutur broyttur?
30-04-2026
Hvat snúði málið til 67 mió seg um, og hevur fútin brotið sína tagnarskyldu?
28-04-2026
Ferðavinnan er nú triðstørsta vinna í landinum við 1,4 milliardum krónum í útflutningsvirði
24-04-2026
Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð
23-04-2026
Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir, sum eitt nú svik og mutur, kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur útboðið
21-04-2026
Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini.
17-04-2026
Hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum, verður spurt í sendingini í dag.
16-04-2026
Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars - og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC samgonguna, sum í gjár, gjørdist veruleiki.
14-04-2026