- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Yvirskipað hava vit sum samfelagið megnað væl at lofta nýggju avbjóðingini - at taka ímóti flóttafólki. Men vit hava framvegis nógv at læra:
Ukrainsku flóttafólkini hava ofta trupult við at finna ein kommunulækna. Tey hava ofta torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Tað gongur striltið við at læra føroyskt. Tey hava trupult við at finna ein góðan, varandi bústað. Og óvissan um, hvussu leingi tey sleppa at vera í Føroyum, elvir eisini til ørkymlar.
Hetta eru nøkur viðurskifti, sum verða staðfest í nýggjari kanning hjá Útlendingastovuni og Fróðskaparsetrinum.
Luttakarar: Durita Kastalag, integratiónsskaskipari á Útlendingastovuni, Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu, og Angelina Johannesen, ukrainskur tulkur í Føroyum.
Játtanarkarmarnir fyri 2026 vísa 252 milliónir krónur í halli. Og tað gongur striltið - sera striltið - at fáa yvirskot á fíggjarlógina. Verða ikki munandi átøk gjørd hvørt ár næstu árini, so verður ikki avlop aftur á fíggjarlógini í bræði.
Luttakarar: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen, limurí fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.