Breddin

Breddin: Suðuroyartunnilin
04-04-2025
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil

Meðan lógaruppskotið um at veita almenna tunnilsfelagnum heimild at fyrireika Suðuroyartunnilin verður viðgjørt í løgtinginum, tekur løgmaður brádliga sjálvur um endan. Aksel V. Johannesen vil tryggja løgtingsfólki alla ta kunning, tey hava brúk fyri.<br/>
Samstundis sum tingfólk fara á afturlatnan fund hjá løgmanni fáa tey eisini ein drúgvan teldupost frá privata tunnilsbólkinum, sum arbeiðir við alternativum uppskotum um ein Suðuroyartunnil. Tunnilsbólkurin er ikki boðin við til kunnandi fundin í Tinganesi. Í teldupostinum til tingfólk gevur tunnilsbólkurin greitt til kennar, at eftir teirra tykki er Føroya løgting ikki nóg væl upplýst um málið.<br/>
Á Breddanum hesaferð kjakast Kristian Stórhamar, umboðandi private tunnilsbólkin, og Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Suðuroyartunnilin, um bestu loysnina fyri eina komandi Suðuroyartunnil.<br/>
Lagt til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.<br/>

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Eingin veitslurómur var, tá løgtingið fór í summarfrí - fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni vóru skotin til horna
20-05-2025
Hvørjir eru fyrimunirnir fyri suðuroyingar og hvussu síggjast teir meira bleytu fyrimunirnir í eini kost nyttu greining? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag
15-05-2025
Tilbúgving og kostnaðarmeting Suðuroyartunnilin
13-05-2025
Norðurlandahúsið er 42 ár, og tí gera vit støðuna upp, hvussu tað stendur til við Norðurlandahúsinum sum mentanarstovni
09-05-2025
Føroyar skulu í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum og heilsugóðum vørum, sigur landsstýrið
08-05-2025
Í síðstu viku vóru tað 100 dagar síðan, at Donald Trump aftur setti seg í kontórstólin í eggrunda kontórinum í Hvítu Húsunum
06-05-2025
Hvat er kost-nyttu-greining, verður spurt í sendingini í dag
02-05-2025
Sosiologur og SSP-rágevi vera í útvarpsstovuni
01-05-2025
Manglandi haldføri, dýrari vælferð - og størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri durum
30-04-2025
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil
04-04-2025
Svarini í nýggjastu kanningini hjá Heilsustýrinum vísa, at stórir samfelagsbólkar hava so stórar, fíggjarlgar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað
03-04-2025
Í sendingini hesaferð viðgera vit nýggju avbjóðingina, sum er at taka ímóti flóttafólki. Eisini viðgera vit játtanarkarmarnir fyri 2026, sum vórðu lagdir fram í gjár
01-04-2025