Breddin

Breddin: Suðuroyartunnilin, haldførið og vælferðarsamfelagið
30-04-2025
Manglandi haldføri, dýrari vælferð - og størsta og dýrasta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri durum

- Hetta er ein verkætlan, sum vit ikki hava ráð til í verandi støðu, hevur landsbankastjórin sagt ferð eftir ferð.
Í sendingini spyrja vit Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, hvat tað merkir fyri búskapin her og nú, um verkætlanin við Suðuroyartunlinum verður sett í gongd.
Eisini spyrja vit, hvat tað fer at merkja fyri haldførið - og so spyrja vit, hvørja ávirkan tað fer at hava á okkara vælferð, sum longu nú hevur demografiskar avbjóðingar.
Gestur: Malan Johansen.
Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Rúni Eysturlíð.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Í sendingini tosa vit við lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús í Gasa, eru børn
13-06-2025
Gjáin millum tey ungu, sum skulu koma heim at skapa sær eina familju, og tey eldru, veksur og alsamt fleiri rópa neyðarróp, tí tey einki fáa at búgva í.
12-06-2025
Í mest framkomnu fólkaræðunum missa fólk álitið á gomlu flokkarnar og á fólkaræði sum skipan. Eisini eru vit á ferð í Serbia og spyrja hvat ónøgdin har botnar í.
06-06-2025
Hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur tað ikki at hava virknan lut í almenna kjakinum?
03-06-2025
Liljan Weihe var útifryst, tá samgongufundur var áðrenn tingfundin, tá pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin var til triðju viðgerð í tinginum
30-05-2025
Lønsemið í ferðavinnuni er ikki nóg gott, heldur formaðurin í Búskaparráðnum
27-05-2025
Evropa skal brúka 6.000 milliardir krónur og 300.000 hermenn aftrat, um tað skal lata seg gera at verja eitt evropeiskt NATO-land uttan USA
23-05-2025
Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. Rusland varð tveitt út í 2022 - men Ísrael er enn við.
22-05-2025
Eingin veitslurómur var, tá løgtingið fór í summarfrí - fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni vóru skotin til horna
20-05-2025
Hvørjir eru fyrimunirnir fyri suðuroyingar og hvussu síggjast teir meira bleytu fyrimunirnir í eini kost nyttu greining? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag
15-05-2025
Tilbúgving og kostnaðarmeting Suðuroyartunnilin
13-05-2025
Norðurlandahúsið er 42 ár, og tí gera vit støðuna upp, hvussu tað stendur til við Norðurlandahúsinum sum mentanarstovni
09-05-2025