- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Sosialir miðlar, maskulinitetur, radikalisering á netinum og uppaling. Tað eru nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd í sendirøðini, Adolescence, sum hevur vakt ans um allan heim - eisni her í Føroyum.
Í dag hyggja vit nærri at bretsku sendirøðini við føroyskum eygum og spyrja: Í hvønn mun eru hesi evnini viðkomandi fyri okkum, hvat siga føroysk ung - og hvussu kunnu vit læra av Adolescence og harvið verja okkara børn, sum gerast alsamt yngri, tá tey byrja at ferðast á netinum.
Gestir: Súsanna í Króki og Brandur Mortensen Nølsoe.
Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var reraktørur.
Tøkningur: Rúni Eysturlíð.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.