- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Í gjár fór løgtingið í summarfrí og samstundis blivu fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni eisini sett í bíðistøðu.
Pensjónsmálið hevur verið tað stóra málið hjá Framsókn, sum vil hava langtíðarhaldførið í búskapin, meðan tey ikki hava verið so øgiliga heit fyri risaverkætlanini, undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Sum heild ikki nakar veitsludagur í sólini í gjár - heldur høvdu tingfólk lyndi til at lúta við høvdinum.
Men hvat merkir hetta fyri løgmann, fyri samgonguna og fyri Suðuroyartunnilin.
Í Breddanum tosa vit við politisku viðmerkjararnR, Beintu Løwe og Inga Samuelsen um tað.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.