- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Ísraelski herurin skjýtur tilvitað børn í Gasa. Tað siga læknar, sum arbeiða sjálvbodnir í Gasa.
Í Breddanum í dag tosa vit við ein lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús, eru børn. Mimi Syed er lækni í USA, men tvær ferðir hevur hon verið í Gasa og arbeitt í ein mánað í senn.
Hon hevur búð í Føroyum sum skiftisnæmingur, og hevur bæði verið til skips og gingið í Hoydølum í 1996-97.
Humanitera støðan
Alsamt fleiri atfinningar hava verið móti Ísrael seinastu tíðina. Serliga er tað vantandi neyðhjálpin, sum hevur fingið fleiri av heimsins leiðarum at finnast hvassliga at Ísrael. Støðan í Gasa er vanlukkulig, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum. Formaðurin í Reyða Krossi Føroya verður gestur í Breddanum í dag.
Við í sendingini: Mimi Syed og Jóannes Eidesgaard.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.