- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Ísraelski herurin skjýtur tilvitað børn í Gasa. Tað siga læknar, sum arbeiða sjálvbodnir í Gasa.
Í Breddanum í dag tosa vit við ein lækna, sum sigur, at 86 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús, eru børn.
Mimi Syed er lækni í USA, men tvær ferðir hevur hon verið í Gasa og arbeitt í ein mánað í senn.
Hon hevur búð í Føroyum sum skiftisnæmingur, og hevur bæði verið til skips og gingið í Hoydølum í 1996-97.
Alsamt fleiri atfinningar hava verið móti Ísrael seinastu tíðina. Serliga er tað vantandi neyðhjálpin, sum hevur fingið fleiri av heimsins leiðarum at finnast hvassliga at Ísrael.
Støðan í Gasa er vanlukkulig, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum.
Formaðurin í Reyða Krossi Føroya verður gestur í Breddanum í dag.
Við í sendingini: Mimi Syed og Jóannes Eidesgaard.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.
Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..
Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:
- Sendingin er ikki frígivin enn.
Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum. - Sendingin er tikin av heimasíðuni
Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.