Breddin

Breddin: Ferðafólk í føroysku náttúruni
09-09-2025
Hvør hevur ábyrgdina av trygdini, og hvat skal gerast, verður spurt í sendingini í dag

So hendi tað aftur.
Ferðafólk sum hvørva í føroysku náttúruni.
Seinastu árini hava vit fer eftir ferð hoyrt um ferðafólk, sum koma illa fyri tá tey fara í hagan.
Í farnu viku hvurvu 3 fólk úti við Bødsdalafoss/Trælanípu í Vágum
Men, hvør hevur ábyrgdina av trygdini og hvat skal gerast?
Tað spyrja vit í Breddanum í dag.
Tosað verður við: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, Gunnar Nattestad, sum varðar av ferðavinnuni við Trælanípuna, Bárð Lydersen, fotograf, sum ferðast nógv úti í føroysku náttúruni, og Sunnevu Dalsgaard Hansen, sum hevði eina skelkandi uppliving við Trælanípu í summar.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Hví tað mundi enda við at málið um hekkuportrið ikki varð kannað? Nær er tað í lagið at nokta starvsfólki, sum eru sett í tí almenna at útala seg um nakað, ella at varskógva?
09-10-2025
Í dag er 7. oktober og í tí sambandi hyggja vit uppá samráðingarnar um frið og vápnahvíld í Gasa, sum byrja í dag. Vit spyrja eisini journalistar um dekningin av krígnum.
07-10-2025
Ov lítið pláss og slit eyðkennnir kreppymiðstøðina hjá Kvinnuhúsinum. Eisini hyggja vit uppá føroyska pápaleiklutin í hesum Breddanum.
03-10-2025
Danmark er rakt av sokallaðum hybridálopum. Vit spyrja, hvussu tað ávirkar tilbúgvingina í Føroyum.
02-10-2025
100 milliónir til Suðuroyartunnil, mvg-fríðar blæður og 173 mió krónur í halli, sigur fíggjarlógin millum annað
30-09-2025
Tað brýtur í bæði borð innanfloks, tí Eyðdis Hartmann Niclasen hevur, saman við tingfólkum í samgonguni, lagt uppskot fyri tingið um fosturtøkulóg
26-09-2025
Búskaparráðið hevur gjørt evnisfrágreiðing um kommunubúskap og eldraøkið
25-09-2025
Eisini hesa ferð vekir uppskotið sterkar kenslur, og flestu flokkar eru í tvíningum í málinum
23-09-2025
Framvegis verða gomul skip seld fyri nógvan pening, tí kvoturnar eru so nógv verdar
19-09-2025
Happing og útstilling í einum bygningi, sum hevur skapt ein eygleiðaramentalitet. Tað eri skoðsmálini sum Glasir fær frá núverandi og fyrrverandi næmingum.
18-09-2025
Tvey evni eru í sendingini í dag
16-09-2025
Talið av kærum í heilsuverkinum er meira enn tvífaldað frá 2020 til 2024
12-09-2025