Breddin

Breddin: Z-ættarliðið mótmælir
17-10-2025
Frá Nepal til Bangladesh og frá Peru til Madagaskar krevja tey ungu broytingar og koppa stjórnum

Tey eru ung, tey eru vaksin upp við sosialum miðlum - og nú hava summi av teimum fingið nokk.

Í fleiri londum eru uppreitstrar sprotnir úr ungdóminum, sum krevur eitt rættvíst samfelag uttan korruptión.

Frá Nepal til Bangladesh, frá Peru til Madagaskar, síggja vit nú eina rørslu, har Z-ættarliðið - tey, sum eru fødd millum 1995 og 2010 - krevja broytingar.

Tey krevja rættvísi og tey vilja hava eina bjartari framtíð.

Men hvat fær hesi ungu til at fara út á gøturnar og seta lív og heilsu í váða í stríðnum móti mutri og ójavna?

Hví nýtir Z-ættarliðið sosialar miðlar sum vápn í mótmælunum - og hví er eitt sermerkt sjórænaraflagg vorðið eitt altjóða súmbol fyri frælsi og uppreistur?

Og hví er hendan rørslan vorðin eitt altjóða fyribrigdi?

Í Breddanum hoyra vit um fleiri dømir um lond har at ein uppreistur er vaknaður í ungdóminum.

Í Nepal eydnaðist tað at koppa stjórnini í síðsta mánað.


Í Breddanum tosa vit við Tommy Petersen, sum hevur búð í Nepal í 3 ár og Firouz Gaini, sum er PhD og professari í antropologi.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu um ein eldsbruna, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av ti, heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.
12-12-2025
Í sendingini varpa vit ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið støðugt minkar og har tey ungu og arbeiðsføru fólkini flyta
11-12-2025
Hvat er revsingin fyri at trygdin á arbeiðsplássum ikki er nøktandi? Gera vit nóg nógv fyri at fyribyrgja? Hvat kundi vit gjørt betri? Tað spyrja vit í Breddanum í dag
09-12-2025
Vit spyrja m.a. andstøðuna og formannin í Búskaparráðnum um málið, sum neyvan verður framt við lóg, tí meiriluti er ikki í samgonguni fyri tí
05-12-2025
Í sendingini spyrja vit, um hetta er seinasti leikur í málinum, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit
04-12-2025
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm
28-11-2025
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í útvarpsstovuni
27-11-2025
Tvey evni vera í sendingini í dag
25-11-2025
Kommunur og áhugafeløg peika á aðra farleið, enn linjuføringina gjøgnum Sandsbygd, og Donald Trump er fyri politiskum trýsti í Epstein-málinum
23-11-2025
Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, hvørja leið skulu vit ganga, og hvørjar eru politisku loysnirnar, verður spurt í sendingini í dag
20-11-2025
Málið um eina námsferð hjá einum skúlaflokki er eftir øllum at døma ein áminning um, at veruleikin samsvarar ikki altið við, at fólkaskúlin er fyri øll
18-11-2025
Í sendingini verður farið í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini og um tøgnina, sum hevur verið um trýstið á fólkaræðið, eisini eftir farsóttina
14-11-2025