Breddin

Breddin: Fráflyting, vinarlag og tøgnmentan
28-11-2025
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm

Fráflyting, vinarlag, tøgnmentan og tað at vera øðrvísi, eru nøkur av evnunum í "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen.  Filmurin viðger flytimentanina hjá okkara ungdómi - og hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim"  og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum. Í Breddanum í dag tosa vit við tey bæði og spyrja, hví tey hava skift Føroyar út við Oyrasund. Seinni í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum hava verið uttanlands, men sum eru komin aftur til Føroya. 

Við í sendingini:  Anna Sofía Skoradal,  Álvur av Kák, Esther Margreth Petersen og Eiler Fagraklett. 

Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 

Tøkningur: Kári Annand Berg. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Vit spyrja m.a. andstøðuna og formannin í Búskaparráðnum um málið, sum neyvan verður framt við lóg, tí meiriluti er ikki í samgonguni fyri tí
05-12-2025
Í sendingini spyrja vit, um hetta er seinasti leikur í málinum, ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit
04-12-2025
Filmurin "Vælkomin heim" hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm
28-11-2025
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í útvarpsstovuni
27-11-2025
Tvey evni vera í sendingini í dag
25-11-2025
Kommunur og áhugafeløg peika á aðra farleið, enn linjuføringina gjøgnum Sandsbygd, og Donald Trump er fyri politiskum trýsti í Epstein-málinum
23-11-2025
Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, hvørja leið skulu vit ganga, og hvørjar eru politisku loysnirnar, verður spurt í sendingini í dag
20-11-2025
Málið um eina námsferð hjá einum skúlaflokki er eftir øllum at døma ein áminning um, at veruleikin samsvarar ikki altið við, at fólkaskúlin er fyri øll
18-11-2025
Í sendingini verður farið í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini og um tøgnina, sum hevur verið um trýstið á fólkaræðið, eisini eftir farsóttina
14-11-2025
Psykiatriin skal hjálpa sálarsjúkum, og viðgerðarstovnar skulu hjálpa teimum, sum eru bundin av rúsevnum, men hvat hendir, tá avbjóðingar eru á báðum økjum?
13-11-2025
Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir, verður spurt í sendingini í dag
11-11-2025
Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági
07-11-2025