Breddin

Breddin: Ójavni
07-05-2026
Hvussu javnt er føroyska samfelagið? Tað vita vit ikki, tí vit mangla uppgerðir yvir privata ogn.

Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar.
Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið?


Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur.
Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á inntøkunum hjá folki.

Men hyggja vit út gjøgnum vindeygað síggja vit stórar dýrar bilar, og vit síggja húsaprísirnar fara til himmals

Samstundis hoyra vit um børn, hvørs dagligdagur er merktur av, at tey mangla mat, pengar til frítíðarítriv og egið kamar í heiminum.
Barnaverkætlanin, sum Barna- og Undirvísingarmálaráðið lat úr hondum áðrenn valið, vísti millum annað, at hetta eru umstøður, sum eru veruleiki hjá børnum í Føroyum.
Uppgerð yvir uttanlandsskuldina vísir, at føroyingar eiga milliardir uttanlands - heilt ítøkiliga eiga føroysk húsarhald góðar 8 milliardir, meðan fíggjarlig feløg eiga 19 milliardir. Samlaða ognin uttanlands er 47 milliardir krónur
Í Breddanum í dag tosa vit við Hermann Oskarson, búskaparfrøðing, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing og Gilla Wardum, stjóra á Hagstovuni.
í politiskum kjaki vóru Johannis Joensen, Frói Magnussen, Liljan Weihe og Ruth Vang

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Umboð fyri ungmannafeløgini vóru í útvarpsstovuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda eru týdningarmestu málini
27-02-2026
Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at greiða frá søguni um sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar, og Jóhann Lützen og Árni Gregersen greina politisku støðuna
26-02-2026
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
24-02-2026
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging
20-02-2026
Hóttanir fjaldar á netinum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
19-02-2026
Eftir trygdarráðstevnan í München er spurningurin, um vit eru á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
19-02-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026
Ein stórur meiriluti í uttanrikisnevndini hjá ES biður nú ES-stovnar arbeiða fyri norskum, íslendskum og grønlendskum limaskapi. Men hvussu við føroyskum limaskapi í ES?
03-02-2026