Breddin

Breddin: Avbjóðingar og loysnir á eldraøkinum
27-08-2026
Trýstið veksur støðugt, og samstundis eru pengarnir, sum skulu fíggja økið, farnir at ganga undan

Vit liva longur, og tí verða fleiri eldri í Føroyum í framtíðini. Tað er steinur oman á byrðu hjá eldraøkinum, sum longu er undir trýsti. Í fleiri støðum í landinum er tørvur á bæði starvsfólkum og búplássum. Og pengarnir, sum higartil hava goldið fyri eldraøkið, eru farnir at ganga undan. Eldraøkið er evnið í sendingini dag. Vit tosa um avbjóðingar og loysnir. 

Við í sendingini: Torbjørn Jacobsen, Hans Kári Vang, Barbara Eystberg Sørensen, Mary Anthonsdóttir, Bingerð H. Fosságil og Johnny í Grótinum. 

Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur. 

Teknikari: Øssur Egholm. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Astrið Breckmann, Liljan Wehe og Atli F. Johansen, limir í løgtingsins mentanarnevnd kjakast um PISA úrslitið
11-09-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-09-2026
Løgmaður hevur verið á ríkisfundi, og hann hevur eisini havt fund við forkvinnuna í ES-nevndini
08-09-2026
PET ávarar danir, og biður teir vera árvaknar. Hvussu er støðan hjá okkum, og nær kunnu føroyingar vænta eina tilbúgvingarætlan, verður spurt í sendingini
04-09-2026
Sendingin í dag varpar ljos á arbeiðsumhvørvi, og spurt verður, hvat arbeitt verður ítøkiliga við, nú arbeiðseftirlitið verður raðfest politiskt
03-09-2026
Grønlendska landsstýrið leggur stóran dent á, at nú má hyggjast frameftir, og at Grønland og Danmark eiga at gera sáttargerð í málinum
01-09-2026
í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast
28-08-2026
Trýstið veksur støðugt, og samstundis eru pengarnir, sum skulu fíggja økið, farnir at ganga undan
27-08-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, hvussu evropisku londini kunnu fyrireika seg til nýggja veruleikan
25-08-2026
Hvussu umsita vit føroysku fiskivinnuna best?
21-08-2026
Politiskt kjak verður um uppskotið hjá danska løgmálaráðnum um at goyma upplýsingar, nær føroyingar eru á netinum, í eitt ár
20-08-2026
Fólkaatkvøða í Íslandi 29. august
18-08-2026