Breddin

Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón
03-09-2026
Sendingin í dag varpar ljos á arbeiðsumhvørvi, og spurt verður, hvat arbeitt verður ítøkiliga við, nú arbeiðseftirlitið verður raðfest politiskt

Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í arbeiðsvanlukku. Tað er tað mesta í Norðurlondum, og hetta metið í deyðsvanlukkum hava vit havt í nógv ár.

Talið av arbeiðsóhappum er eisini stórt í Føroyum. Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin.

Arbeiðseftirlitið umskipað
1. september varð Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað. Nú skal tað bara eita Arbeiðseftirlitið, og har skal burturav arbeiðast við arbeiðsmarknaðarmálum. Í landsstýrinum siga tey, at vit skulu hava eina null-hugsjón í sambandi við arbeiðsvanlukkur.

Hví eru so nógvar arbeiðsvanlukkur í Føroyum? Hvat skal broytast fyri at fáa talið av arbeiðsvanlukkum niður? Og hvat verður itøkiliga arbeitt við, nú økið tykist hava fingið politiska raðfesting? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. 

 

Við í sendingini: Margit Stórá, Evelyn Gaard, Tummas Pauli Juul og Leivur Persson.

Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur

Framleiðari: Mathias Dimon Næs.

Teknikari: Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026
Eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra, verður spurt í sendingini
06-10-2026
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum londini
02-10-2026
Fíggjarlógin og vaktar- og bjargingarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
01-10-2026
Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? Hvussu tryggja vit, at fólk trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum, verður spurt í sendingini.
29-09-2026
Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Og bara seinasta árið er kjøt dýrkað nærum átta prosent
25-09-2026
Hevur USA fingið tað burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
24-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.
22-09-2026