Breddin

Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
18-09-2026
Tingmaður heldur, at løgtingið til tíðir hevur eina sjúka mentan. Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, vóru í útvarpsstovuni

Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti frá andstøðuni. Hetta er ein sjúk mentan, heldur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í løtuni er í samgongu.<br/>
Í síðstu viku var hann sum partur av samgonguni við til at fella eittt uppskot hjá andstøðuni. Sjálvur helt Erhard Joensen tað vera eitt gott uppskot, men samgongan hevði gjørt av at fella tað.<br/>
Hevur løgtingið eina sjúka mentan? Hevur tað altíð verið so? Og hvat kann gerast við tað?<br/>
Við í sendingini: Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur.<br/>
Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026
Eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra, verður spurt í sendingini
06-10-2026
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum londini
02-10-2026
Fíggjarlógin og vaktar- og bjargingarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
01-10-2026
Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? Hvussu tryggja vit, at fólk trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum, verður spurt í sendingini.
29-09-2026
Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Og bara seinasta árið er kjøt dýrkað nærum átta prosent
25-09-2026
Hevur USA fingið tað burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
24-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.
22-09-2026