Breddin

Breddin: Demenssjúka og trygdaravtalan um Grønland
22-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.

Demensur rakar ikki bert tað einstaka menniskja, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku, og 4.000 eru avvarðandi.

Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Har er einki minstakrav.

Hóast føroyska Alzheimerfelagið fylti 25 ár í gjár, á altjóða alzheimerdegnum, so er demenssjúkan framvegis merkt av tabu og vantandi vitan.

Hvussu eru umstøðurnar hjá demenssjúkum og avvarðandi? Hvussu verður góða sambandið við demenssjúklingar varðveitt?

At síggja til kann drúgva og heldur óvanliga ósemjan um Grønland fáa ein fyribils enda, tá ið stjórnarleiðararnir í Danmark og Grønlandi í dag skriva undir trygdaravtalu við USA.

Hvat avtalan ítøkiliga ber í sær, fáa vit kanska at vita meira um seinni í dag, tá ið avtalan verður undirskrivað á aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York í dag.

Gestir: Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, og Anneke Dapper-Skaaning, sálarfrøðingur og serfrøðingur í demens.

Vertur: Annika Bolton Mortensen.

Gjørt sendingina hava Annika Bolton Mortensen, Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026
Hvussu raðfestir fólkaskúlin tøkni, og er fólkaskúlin farin ov langt við tøknini á summum økjum
15-10-2026
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
13-10-2026
Myrk skýggj eru at hóma yvir sigursvanda fótbóltsfelagið í Onglandi, Manchester City
09-10-2026
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
08-10-2026
Eru vit í holt við at skapa okkara egna Frankenstein - eina tøkni, sum vit hava gjørt, men ikki vita, um vit megna at stýra, verður spurt í sendingini
06-10-2026
Umleið 120 vinnulívsfólk hava verið í Grønlandi seinastu dagarnar, og avtala er gjørd um at styrkja bondini millum londini
02-10-2026
Fíggjarlógin og vaktar- og bjargingarskipini eru evnini í Breddanum í dag.
01-10-2026
Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? Hvussu tryggja vit, at fólk trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum, verður spurt í sendingini.
29-09-2026
Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent. Og bara seinasta árið er kjøt dýrkað nærum átta prosent
25-09-2026
Hevur USA fingið tað burturúr, sum ætlanin var, tó uttan at fáa Grønland, og hvussu við grønlendska sjálvsavgerðarrættinum, verður spurt í sendingini
24-09-2026
Hvussu tryggja vit demenssjúkum og avvarðandi betri umstøður ? og hvat ber nýggja trygdaravtalan millum Grønland, Danmark og USA ítøkiliga við í sær.
22-09-2026