- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Magni Mohr er proffessari í fysiologi og starvast sum dekanur á Fróskaparsetrið Føroya.
Hann er eisini fysiskur venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum og síðan 2016 hevur hann verið formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Harumframt hevur Magni havt fleiri aðrar spennandi uppgávur sum fysiskur venjari hjá millum øðrum Juventus, Chelsea, Brøndby og danska fótbóltslandsliðnum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magni frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Vági og frá ymiskum áhugaverdum upplivingum, sum hava myndað hansara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











