- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Hilda Viderø er fødd í 1955 í Klaksvík. Hon vaks upp í Fuglafirði tey fyrstu fimm árini og síðani í Klaksvík.
Tvey tíðarskeið í lívinum hevur hon búð í Afrika saman við manni sínum Johannes og synum teirra. Frá 1984 til 1987 vóru tey trúboðarar í Liberia í vestur Afrika, og frá 1989 til 1996 vóru tey útsend til Botswana í suður Afrika.
Hilda er útlærd námsfrøðingur og psykiatriskur røktari og hevur starvast sum sjálvstøðugur familjuviðgeri og vegleiðari í Føroyum.
Í nógv ár var hon virkin innan ABC Barnahjálpina og Føroysku Barnahjálpina, men síðan 2018 hevur hon arbeitt fulla tíð fyri hjálparfelagskapin “Mirjam”, ið virkar fyri kvinnu íverksetan í Liberia og Kenja.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)