- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann er uppvaksin í Vági og á Tvøroyri og búsitandi á Argjum.
Hon er skrivstovulærd og hevur útbúgving sum Altjóða Tænastu Økonom.
Í nógv ár arbeiddi Theresa innan ferðavinnu bæði í Føroyum, Danmark og í Grønlandi.
Seinastu árini hevur hon verið sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast í dag sum millum annað ráðgevi, íverkseti og hotelstjóri á Hotel Bakkanum í Vági.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











