- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Poul er 64 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Hann er Sparikassa lærdur og útbúgvin Grannskoðari hjá Paula Ellefsen, men síðan 1996 hevur Poul arbeitt fulla tíð sum festibóndi við mjólkineytum og seyðahaldi í Havnardali.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Poul frá síni bakgrund og ymiskum umstøðum og hendingum á síni lívsleið. Prátað verður bæði um barna og ungdómstíðina og um lívið sum bóndi á Müllersgarði.
Nógv er broytt innan føroyskan landbúnað, síðan Poul yvirtók festið frá pápa sínum í 1996. Størsta broytingin kom í 2008 við sjálvvirkandi Felagsfjósinum í Havnadali, sum Poul saman við trimum øðrum setti á stovn.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)