- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Eyðfinn Jensen er vertur.
Elisabeth Myllhamar er fødd og uppvaksin í Skopun, men flutti til Skálavíkar, tá hon gfitist Klæmint í 1971.
Í Skálavík hevur hon verið kommunuskrivari í 37 ár, arbeitt í handilinum niðri á Mølini og rikið matsølubúðina Neystið í 30 ár. Harumframt er Elisabeth limur í Náttúrufriðingarnevndini fyri Sands sýslu.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Elisabeth frá sínum uppvøkstri og síni bakgrund umframt ymiskum hendingum og viðurskiftum, sum hava myndað hennara virknu lívsleið.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)