- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Hans Petur í Brekkunum hevur lisið tónleik á Det Jyske Musikkonservatorie og EMBA í leiðslu á Niels Brock í Keypmannahavn.
Í meir enn 12 ár var hann leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og síðan 2019 hevur hann verið stjóri í Føroya Symfoniorkestri umframt at starvast í Ravnur Tryggingarmekling.
Í sendingini greiðir Hans Petur millum annað eisini frá sínum barna og ungdómsárum, frá tíðini á besta liðnum hjá HB og frá síni tónleikaligu bakgrund. Hann hevur spælt saxofon og givið tónleik út sum solistur og við tónleikarum og bólkum sum Paria, Brekku Brothers, Take Off, Hjarnar, Frændir, Kim Hansen, Kristinu Bærendsen, Halli Joensen og mongum øðrum.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)