- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Pól Sundskarð er føddur í 1957 í Klaksvík, har hann er uppvaksin og búsitandi. Pól er útbúgvin handils og skrivstovufólk, og rekur saman við konu síni egið ferðavinnu virkið.
Hann er kendur fyri síni mongu brøgd innan renning og hevur vunnið fleiri heiðursmerkir í maraton og øðrum víðgongdum rennikappingum.
Pól hevur gingið nógv í føroysku fjøllunum og verið á øllum 340 fjallatindunum fleiri ferðir, men á fjallatúri á heysti í fjør datt hann og bleiv sera illa skaddur.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Pól frá ymiskum upplivingum og hendingum á síni áhugaverdu lívsleið, ið hevur broytt kós meira enn einaferð.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)