- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Óluva Zachariasen er 55 ára gomul, uppvaksin í Hesti og býr í Havn. Hon er útbúgvin ídnaðarlaborantur, bachelor í stjórnmálafrøði og hevur útbúgving sum journalistur.
Í nógv ár starvaðist hon í Kringvarpinum, men hevur seinastu 4 árini verið sjálvstøðugt vinnurekandi sum samskiftisráðgevi, orðstýrari o.a.
Óluva var fyrsta kvinnan, ið hevur verið á øllum teimum 340 skrásettu fjallatindunum í Føroyum og er ein av stovnarunum av Hagafelagnum.
Í sendingini greiðir Óluva m.a. frá uppvøkstrinum í Hesti, starvstíðini sum journalistur og um kærleikan til náttúruna.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)