- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Magnus Juel Petersen er føddur í 1959 á Tvøroyri, har hann eisini er uppvaksin. Magnus er útlærdur bakari og konditari og starvast í dag sum húsavørður hjá Sankta Frants Skúla í Havn.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magnus frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Tvøroyri. Eisini verður sagt frá ymiskum upplivingum og hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjøllbroyttu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











